Fríloyvi.
Umsókn um fríloyvi
Sambært kunngerð er skúlaárið hjá næmingum ásett til 198 skúladagar. Og Mentamálaráðið sendir á hvørjum ári skúlunum eitt rundskriv um frítíð og frídagar í fólkaskúlanum.
Tað skulu tungtvigandi grundir til, at næmingar kunnu fáa frí uttan fyri frítíðarætlanina, sum t.d. serlig hátíðarhald í nærmastu familju.
Flokslærarin hevur heimild til at geva næmingi frí upp til 2 skúladagar. Er talan um longri fráveru, skal leiðsla skúlans geva hetta loyvi.
Treytin, fyri at leiðslan gevur hetta loyvi, er, at foreldrini skrivliga minst 14 dagar frammandundan hava biðið um frí til næmingin, og at foreldrini hava gjørt avtalur við avvarðandi lærarar um møguligt heimaarbeiði, meðan næmingurin er frá skúla.
Vinarliga fyll skjalið á "Framsíðuni" út, tá biðið verður um frí.